Seks tímar uttan streym

Seks tímar uttan streym
Nakað fyri klokkan hálvgum tvey í gjár fór streymurin í Kunoy og Kalsoy 
Fólk hjá Sev fóru út í Kalsoynna við tveimum aggregatum. 
 
25.11.2024 - 05:18

Kalsoyingar høvdu ongan streym í góðar seks tímar í gjár.

Streymurin kom aftur klokkan tjúgu minuttir í átta í gjárkvøldið.

Nakað fyri klokkan hálvgum tvey í gjár fór streymurin í Kunoy og Kalsoy. 

Tvær linjur slitnaðu í illveðrinum.

Sum veðrið var, bar ikki til at umvæla linjurnar.

Koblað var um, so streymurin var skjótt aftur í Kunoy.

Bar ikki til at kobla um

Men í Kalsoy ber ikki til at kobla um á sama hátt. 

Fólk hjá Sev fóru út í Kalsoynna við tveimum aggregatum. 

Annað fyri at fáa rampuna í ferjuleguni at virka, so lastbilarnir kundu sleppa í land.

Seinna aggregatið var síðani sett upp, so bygdirnar kundu fáa streym aftur. 

Og tað fingu tær kl. 19.39.

Hugt verður eftir slitnaðu linjunum so skjótt tað ber til, sigur SEV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114