Kinesiskt skip undir illgruna fyri kaðalslit í Eystrasalti

Kinesiskt skip undir illgruna fyri kaðalslit í Eystrasalti
Danskir og svenskir myndugleikar samráðast við Kina um at sleppa at kanna Yi Peng 3, sum í løtuni liggur fyri akker í Kattegat
KInesiska skipið liggur fyri akker í Kattegat, í donsku búskaparsonuni, men uttan fyri danskt løgdømi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
26.11.2024 - 09:38

Eitt kinesiskt skip er undir illgruna í sambandi við tvey kaðalslit í Eystrasalti í farnu viku.

Danskir og svenskir miðlar skrivaðu í gjár, at Danmark og onnur lond eru í samráðingum við Kina um at sleppa at kanna skipið Yi Peng 3, sum í løtuni liggur fyri akker í Kattegat, í donsku búskaparsonuni, men uttan fyri danskt løgdømi.

Á tíðindafundi í morgun segði svenski forsætisráðharrin Ulf Kristersson, at Svøríki vil hava skipið í svenskan sjógv.

 

Bæði danska og svenska verjan hava eyguni eftir kinesiska skipinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hann legði dent á, at hvørki Kina ella skipið eru ákærd fyri nakað, men fyri at gera samstarvið lættari, vilja svensku myndugleikarnir fegnir hava skipið inn í svenskan sjógv.

Yi Peng 3 sigldi nær við teir báðar kaðlarnar, tá teir vórðu oyðilagdir. Skipið hevur í meir enn eina viku ligið í Kattegat, har bæði verjan og sjóverjan halda eyga við tí.

Svenska og finska løgreglan kanna kaðalslitini. Annar kaðalin gongur millum Finnland og Týskland, og hin gongur millum Svøríki og Litava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365