Borgarafundur á Sandi um vegaføring til Suðuroyartunnilin

Borgarafundur á Sandi um vegaføring til Suðuroyartunnilin
Endamálið við fundinum er at fáa meiningina hjá sandoyingum við í hoyringarskrivið, sum kommunan fer at senda landsstýrinum, sigur fráfarandi borgarstjórin á Sandi
Við á borgarafundinum á Sandi í kvøld vera eisini umboð fyri landbúnaðin, náttúruvernd og umboð fyri Skúvoynna.
 
09.12.2024 - 15:07

Borgarafundur verður á Sandi í kvøld.

Fundurin snýr seg um Suðuroyartunnilsætlanina - serliga vegaføringina - ið sambært verandi leisti fer at ávirka Sands bygd og umhvørvið á Sandi sera nógv.

- Endamálið við borgarafundinum er at fáa meiningina hjá sandoyingum við í hoyringarskrivið, sum kommunan fer at senda landsstýrinum, sigur Heri Sverrason, fráfarandi borgarstjóri á Sandi:

 

09122024_Sverrason_1

 

Heri Sverrason er borgarstjóri á Sandi.

 

Við á borgarafundinum á Sandi í kvøld vera eisini umboð fyri landbúnaðin, náttúruvernd og umboð fyri Skúvoynna. 

Hjá Sands kommunu er boðskapurin til landstýrið púra greiður, sigur Heri Sverrason:

 

09122024_Sverrason_2

 

Borgarafundurin verður í hølunum hjá Sands kommunu í kvøld klokkan sjey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162