Fíggjarlógin samtykt

Fíggjarlógin samtykt
Løgtingið samtykti í klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið uppskotið um fíggjarlóg fyri 2025
Ruth Vang, landsstýriskvinna, við fíggjarlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.12.2024 - 05:55

Løgtingið samtykti í klokkan hálvgum tíggju í gjárkvøldið uppskotið um fíggjarlóg fyri 2025.

Triðja viðgerð verður í morgin.

Broytingarupskotini hjá samgongufólkunum í fíggjarnevndini blivu samtykt.

Fíggjarlógin hevur nú 120 milliónir krónur í halli, 37 milliónir krónur meira enn fíggjarlógaruppskotið, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið 30. september.

Andstøðuminnilutin hevði eisini uppskot um nógvar broytingar.

Men tey fullu øll. 

Sum einasti fíggjarnevndarlimur mælti Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum til, at ríkisveitingin úr Danmark ikki minkar  25 milliónir krónur næsta ár, soleiðis sum landsstýrið ætlar. 

Tað uppskotið fekk átta atkvøður. Sambandsflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu fyri. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542