- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meistarligi Sivert Høyem kemur til Føroya at spæla í Løkshøll
Hevur tú einaferð hoyrt sangin "Majesty" hjá norska Sivert Høyem og bólkinum Madrugada, og kent hárini á ørmunum reisa seg, so er tað ikki ein kensla, ið tú gloymir aftur.
Nú fáa føroyingar møguleikan at uppliva sera dugnarliga oddamannin í Madrugada her á landi.
Fríggjakvøldið 28. februar fer norski Sivert Høyem nevniliga at rúnarbinda við sínari kraftmiklu rødd og hugtakandi sangum í Løkshøll.
Tað er ikki ov nógv sagt, at Sivert Høyem er eitt av mest týðandi tónlistafólkunum í Noregi seinastu tvey áratíggjuni, bæði sum oddamaður í legendariska bólkinum Madrugada og sum solistur.
Einsamallur á pallin
Nýggjasta útgávan "On an Island" (2024), varð tikin upp í legendariska Zoar-kapellinum í Nyksund, og prógvaði enn einaferð, hví Høyem verður mettur at vera ein av teimum mest merkisverdu røddunum á norska rockpallinum.
Plátan fekk rós frá ummælarum fyri ráa og sorgblíða vakurleikan, og gjørdist enn ein varði á longu og hugtakandi yrkisleiðini, bæði heima í Noregi og úti í heimi.
>>Hoyr Norðurljóð-sendingina, har Ragnar A. Jacobsen tosaði við Sivert Høyem um "On an Island"
Tónleikurin hjá Høyem verður lýstur sum tíðarleysur, sorgblíður, og við megi at flyta lurtaran til dramatisku landsløgini í Norðurnoregi, har vindarnir ýla, og næturnar eru langar.
Við sangum sum "Prisoner of the Road", "Moon Landing", "Into the Sea", og ikoniska Madrugada klassikaran "Majesty", leggur hendan konsertin upp til eina uppliving í heimsklassa.
Til konsertina í Løkshøll fer Høyem at framføra einsamallur á pallinum.
Hvat: Sivert Høyem
Hvar: Løkshøll
Nær: 28. februar