Grønlendski fíggjarmálaráðharrin: Trump er vælkomin at vitja

Grønlendski fíggjarmálaráðharrin: Trump er vælkomin at vitja
Trump er vælkomin at vitja Grønland. Tað sigur Erik Jensen, formaður í Siumut og grønlendskur fíggjarmálaráðharri, eftir at Donald Trump enn eina ferð vil keypa Grønland
Mynd: Cheney Orr/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.12.2024 - 10:48

Trump er vælkomin at vitja Grønland. 

Tað sigur Erik Jensen, formaður í Siumut og grønlendskur fíggjarmálaráðharri, eftir at Donald Trump, sum í januar tekur við sum forseti í USA, enn eina ferð hevur nevnt møguleikan hjá USA at keypa Grønland frá Danmark.

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq. 

Tað var jóladag, at Donald Trump í beinleiðis jólaheilsan til grønlendingar segði, at USA hevur brúk fyri Grønlandi fyri at tryggja friðin.

- USA hevur brúk fyri Grønlandi, og Grønland hevur brúk fyri USA, segði hann. 

USA eigur at eiga Grønland og stýra Grønlandi, segði Trump.

Múte B. Egede, landsstýrisformaður, hevur annars staðiliga víst aftur, at Grønland er til sølu.

Men samstarv við USA er í lagi, sigur hann.

Og tað er ein áskoðan, sum Erik Jensen, fíggjarmálaráðharri, tekur undir við. Hann vísir á, at amerikanski áhugin fyri Grønlandi staðfestir geopolitiska týdningin hjá Grønlandi. Og tað skal gagnnýtast, 

- Áhugin frá heimsins stórveldum, harímillum USA, er eitt týðiligt tekin um okkara geopolitiska týdning. Hetta síggja vit sum ein møguleika fyri at skapa nýggj sambond og styrkja okkara kós móti sjálvbjargni, skrivar Erik Jensen sambært Sermitsiaq.

Hann leggur afturat, at hann er fegin um áhugan, sum Trump vísir Grønlandi.

- Vit vilja vísa okkara takksemi fyri jólaheilsanina, har komandi forsetin í USA, Donald Trump, nevnir Grønland. Hetta vísir, at okkara land hevur eitt pláss í altjóða viðurskiftum. 

Men dentur verður enn eina ferð lagdur á, at Grønland ikki er til sølu. 

- Sjálvt um Grønland ikki er til sølu, so vil eg undirstrika, at Trump er meira enn vælkomin at vitja Grønland, og vit í Siumut eru eisini til reiðar at vitja hann í USA, skrivar Erik Jensen, formaður í Siumut og fíggjarmálaráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722