Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi: Tríggir mans fluttir á sjúkrahús

Spreinging í maskinrúminum á Glyvursnesi: Tríggir mans fluttir á sjúkrahús
Smyril Line boðar í kvøld frá, at tríggir mans eru fluttir á sjúkrahús í Hirthals eftir eina spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line
Savnsmynd
 
02.01.2025 - 22:43

Um 21 tíðina í kvøld var ein spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum Glyvursnes hjá Smyril Line. 

Hetta boðar Smyril Line frá í tíðindaskrivi í kvøld. 

Skipið lá við bryggju í Hirtshals, tá spreingingin hendi. 

Manningin fór beinanvegin undir at sløkkja eldin.

Tríggir mans vóru í maskinrúminum, tá spreinginin hendi.

Teir eru fluttir á sjúkrahús, og avvarðandi hava fingið boð. 

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, hevur ikki fleiri viðmerkingar beint nú, men sigur í stuttari viðmerking, at nærri kunning kemur seinni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585