Dýrur bankabygningur

Dýrur bankabygningur
Tórshavnar kommuna hevur goldið seks milliónir fyri at innrætta part av bankabygninginum í miðbýnum
 
30.10.2013 - 09:40

Tórshavnar kommuna hevur brúkt seks milliónir krónur til at innrætta ovastu hæddirnar í bygninginum, sum kommunan keypti frá Bank Nordik fyrr í ár.

Tað skrivar in.fo og Sosialurin, sum kemur á gøtuna í dag.

Sosialurin hevur fingið innlit í byggiroknskapin fyri tað umvælingararbeiði, ið byrjaði, eftir at Tórshavnar Kommuna yvirtók tær báðar ovastu hæddirnar í Niels Finsensgøtu í Havn 1. juli.

Sambært byggiroknskapinum er rokningin fyri umvælingararbeiðið komin upp á seks milliónir krónur, tá meirvirðisgjaldið er íroknað.

Uttan mvg er rokningin 4,8 milliónir og tað órógvar fleiri býráðslimir, sum við blaðið siga seg vera í øðini, nú rokningin er komin undan kavi.

Umvælingararbeiðið hevur sambært býráðslimum ongantíð verið viðgjørt politiskt í Tórshavnar Býráð.

Og pengarnir eru ongantíð játtaðir til endamálið. Tað váttar Tróndur Sigurdsson, næstformaður í fíggjarnevndini, fyri blaðnum.

Tórshavnar Kommuna rindaði fyrr í ár BankNordik 92 milliónir krónur fyri báðar høvuðsbygningarnar hjá bankanum í høvuðsstaðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619