Skal vera lættari at seta búgv í Tórshavnar kommunu

Skal vera lættari at seta búgv í Tórshavnar kommunu
Í hesum sambandi verður eitt almannagagnligt bústaðarfelag sett á stovn beinanvegin
07.01.2025 - 19:33

Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu - Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistan - løgdu í dag fram samstarvsavtalu fyri tey komandi fýra árini.

Samgongan sigur seg millum annað fara at gera tað lættari hjá fólki at seta búgv í allari kommununi. 

Í hesum sambandi verður eitt almannagagnligt bústaðarfelag sett á stovn beinanvegin.

Samgongan sigur seg eisini fara at virka fyri so lágum fíggjarstrýsti sum gjørligt, og fer tí at seta átøk í verk fyri at geva barnafamiljum størri fíggjarligt rásarúm, har millum annað verður hugt at gjaldinum fyri dagstovnapláss, sum júst er hækkað.

Men enn hongur staðsetingin av Tjóðleikhúsinum í leysari luft.

Á seinasta fundi hjá undanfarna býráði - tann 12. desember í fjør - samtykti býráðið, at kommunan skal finna aðra staðseting til Tjóðleikhúsið enn á Bursatanga. 
Elsa Berg atkvøddi tá ímóti ætlanini, men tá legði hon dent á, at býráðssamtyktir skulu fylgjast. 

Nýggi borgarstjórin sigur nú, at býráðið fer at viðgera málið av nýggjum, so staðseting verður funnin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065