Hevur fund við landsstýrismálanevndina í dag

Hevur fund við landsstýrismálanevndina í dag
Ráðgevingararbeiðið hjá Kristinu Samuelsen, advokati, í sambandi við kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann, er liðugt
Kristina Samuelsen, advokatur.
 
08.01.2025 - 07:50

Fyrrapartin í dag fer Kristina Samuelsen, advokatur, á fund við landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum um sína ráðgeving um kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann.

Fyrst í mai í fjør kærdi Árni Skaale, tingmaður, Dennis Holm til landsstýrismálanevndina, tí hann læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.

Tað hevur landsstýrismaðurin ikki heimild til, stendur í kæruni. 

Fyri jól bað landsstýrismálanevndin Kristinu Samuelsen um ráðgeving í sambandi við kæruna. 

Tað arbeiðið er liðugt, og verður viðgjørt á nevndarfundi fyrrapartin í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424