Nú merkist stórpolitikkurin av álvara

Nú merkist stórpolitikkurin av álvara
USA vil hava Grønland, og tað kann merkja, at russiski áhugin fyri Føroyum fer at vaksa. Hetta mugu vit fyrihalda okkum til, siga serfrøðingar
09.01.2025 - 19:56

Demokratiski heimurin er hóttur í løtuni, og hann flytur seg. Hetta merktist í nýggjársrøðuni hjá Mette Frederiksen.

Jóhannes Eidesgaard heldur tó, at statsministarin lat í so illa at. Tór Marni Weihe serkønur í russiskum viðurskiftum er ikki samdur.

Støðan er hættislig, sigur russlandsserfrøðingurin, men sambært landsstýrismanninum í uttanríkismálum er trygdarvandin ikki øktur.

Hesum tekur Tór Marni Weihe heldur ikki undir við. Í løtuni merkja grønlendingar broyttu heimspolitisku støðuna á ein heilt serligan hátt.

Amerkikanski áhugin fyri Grønlandi kann fáa avleiðingar fyri Føroyar. Tí kann ikki gangast út frá, at stórpolitisku broytingarnar ikki fara at merkjast í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Morgunlestur leygardagur 25. januar 2025
186428
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519