Føroyskir myndugleikar eru eftirbátar, tá tað snýr seg um prepping

Føroyskir myndugleikar eru eftirbátar, tá tað snýr seg um prepping
Útlendskir myndugleikar hava tilmæli um, hvussu nógv tú skal eiga inni av mati og drekka og øðrum neyðsynjarvørum, um tað ringasta skuldi hent. Men her heima er einki tilmæli
Aðrastaðni hava myndugleikarnir tilmæli um, hvat fólk skulu eiga inn, um tað ringasta skuldi hent. Her hava vit eingi tilmæli
 
24.01.2025 - 19:47

Eigur tú mat, vatn og aðrar neyðsynjarvørur inni til í minsta lagi tríggjar dagar? 

Gert tú tað, fylgir tú tilmælinum hjá danska Beredsskabsstyrelsen um, hvussu tú skal fyrireika teg upp á eina kreppu.

Prepping, sum hugtakið eitur, og sum kemur av enska orðinum prepare, ið merkir at fyrireika, er kent aðrastaðni, og millum annað skandinavisku londini hava almenn tilmæli um, hvussu nógv tú skal preppa.

Tað kann snúgva seg um kríggj, men tað kann eisini vera ódnarveður, vanlukkur og annað, sum ger, at vanligu samfelagstænasturnar gerast óvirknar í óásetta tíð.

Nakað av tí, sum mælt verður til at eiga inni, er vatn, haldførar matvørur, heilivágur og fyrstahjálp, sápa og annað til egið reinføri, umframt aðrar praktiskar lutir, so sum svávulpinnar, lummalykt, battaríir, heit teppir og reiðan pening.

Danska Beredsskabsstyrelsen mælir til, at fólk eiga hetta inni til í minsta lagi trý samdøgur, men bæði í Noregi og Svøríki er tilmælið sjey dagar.

 

Hoyr alt innslagið um prepping, sum var í tíðindunum á nátturða í kvøld, fríggjakvøld.

1722241

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109