Víðgongdir tankar í Týsklandi

Víðgongdir tankar í Týsklandi
Høgravíðgongdi flokkurin í Týsklandi, AFD, hevur landsfund um vikuskiftið, har fleiri víðgongdar ætlanir eru kunngjørdar
Tino Chrupalla og Alice Weidel, sum saman mynda leiðsluna í AFD
Mynd: Jens Schlueter/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2025 - 11:28

Høgravíðgongdi flokkurin í Týsklandi, AFD - Alternativ für Deutchland, heldur landsfund hetta vikuskiftið.

Í hesum sambandi hava tey almannakunngjørt valskránna til tjóðartingsvalið, sum verður 23. februar.

Flokkurin lovar at stongja landamørkini heilt, so at ongin sleppur inn í Týskland uttan neyðugu skjølini og neyðugui loyvini. Harumframt lovar flokkurin at senda útlendingar út úr Týsklandi í túsundatali. Alt hetta skal gerast fyrstu 100 dagarnar eftir valið.

AFD ætlar eisini at steðga grøna orkuskiftinum og byggja fleiri kolorkuverk.

Alternativ für Deutchland stendur í seinastu veljarakanningunum til at fáa 20 prosent av atkvøðunum á Tjóðartingsvalinum. Sostatt stendur hann til at vera næststørsti flokkur, tí bara konservativi flokkurin, CDU, er frammanfyri. Hann stendur til at fáa 31 prosent.

Allir flokkar hava boðað frá, at teir fara IKKI í samgongu við AFD

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329