Fyrrverandi bygdarráðslimur: Byggisamtyktin loyvir bygging á økinum

Fyrrverandi bygdarráðslimur: Byggisamtyktin loyvir bygging á økinum
Stríð er um húsið millum Vatna á Eiði, tí núverandi og undanfarna bygdarráð hava ymiskar tulkingar av løgfrøðini, hvat kann byggjast og ikki byggjast á øki F í kommununi
 
19.01.2025 - 14:33

Meðan núverandi bygdarráð í Eiðis kommunu heldur, at tað er ímóti byggisamtyktini fyri kommununa, at byggja húsið millum Vatna, so heldur undanfarna bygdarráð, at løgfrøðin er í lagi.

Tað sigur Tummas Súni Joensen, limur í undanfarna bygdarráð í Eiðis kommunu.

Undanfarna bygdarráð í Eiðis kommunu undirskrivaði tann 31. desember í fjør sáttmála við Sp/f Búð um bygging av húsinum millum Vatna, sum millum annað skuldi hýsa eldrafelagið í bygdini, umframt frítíðarskúla og ungdómshús, men tað fyrsta, ið núverandi bygdarráð gjørdi, var at strika sáttmálan við byggifyritøkuna, tí tað er ikki í tráð við byggisamtyktina fyri økið - øki F.

Men hetta vil Tummas Súni Joensen, bygdarráðslimur í undanfarna bygdarráð á Eiði, ikki hava sitandi á sær.

Tummas Súni Joensen sigur, at undanfarna bygdarráð hevði løgfrøðina í lagi, tá sáttmáli varð skrivaður við byggifyritøku tann 31. desember í fjør, um at byggja húsið millum Vatna.

Harvið tykist tað at vera ein tulkingarspurningur millum núverandi bygdarráð og undanfarna bygdarráð um heimildina at byggja á øki F.

Tí meðan Jógvan í Skorini sigur, at byggingin er ólóglig, so sigur Tummas Súni Joensen, at byggingin er lóglig, og tí er sakførarin hjá kommununi, Djóni Thomassen, blivin skeivt endurgivin.

Tummas Súni Joensen heldur, at borgarstjórin við vilja roynir at steðga verkætlanini, hóast øll loyvi vóru upp á pláss.

Hoyr innslag í útvarpstíðundunum:

Husid_millum_Vatna_kl_14

 

Les eisini:

https://kvf.fo/greinar/2025/01/16/strid-um-husid-millum-vatna-eidi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290