Kostar 2,7 mió. at hava námsfrøðingar at arbeiða fulla tíð

Kostar 2,7 mió. at hava námsfrøðingar at arbeiða fulla tíð
Í løtuni arbeiða námsfrøðingar í serflokkum fólkaskúlans 0,85 av fullari tíð
Landsstýrismaðurin nevnir møguleikan at hækka brotið hjá námsfrøðingunum og hava færri námsfrøðingar í tíðaravmarkaðum starvi. (Savnsmynd)
 
21.01.2025 - 10:31

Tað hevði kostað 2,7 mió. kr. um árið, skulu allir námsfrøðingar í serflokkum fólkaskúlans arbeiða fulla tíð í staðin fyri 0,85 av fullari tíð.

Talan er um 38 námsfrøðingar í føstum starvi.  

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, um starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkum í fólkaskúlanum.

Landsstýrismaðurin nevnir møguleikan at hækka brotið hjá námsfrøðingunum og hava færri námsfrøðingar í tíðaravmarkaðum starvi. 

Kannað verður, um setanarbrotið 0,85 er rímiligt, sigur landsstýrismaðurin eisini.

Sí spurningar og svar her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334