Tænasta fyri depil

Tænasta fyri depil
Lógaruppskotið um at stovna eina familjutænastu, sum skal koma í staðin fyri Familjudepilin, er komið í tingið
Familjudepilin var í Barnaheiminum í Havn. Hann læt aftur í 2022.
 
02.02.2025 - 10:10

Lógaruppskotið um at stovna eina familjutænastu, sum skal koma í staðin fyri Familjudepilin, er komið í tingið.

Familjudepilin, sum sum var stovnur hjá Almannaverkinum, læt aftur í 2022.

Familjutænastan skal í eitt tríára royndarskeið rekast sum kommunalur stovnur hjá Kommunufelagnum. 

Talan er um eina fyribyrgjandi tænastu, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar.

Kommunufelagið skal finna høli til stovnin og seta fólk í starv í Familjutænastuni. 

Fíggingin hjá landinum er óbroytt. 

Hon verður tann sama sum hon var hjá Familjudeplinum.

Av tí at talan er um eitt nýtt og víðkað tilboð, har barnaverndirnar hjá kommununum eisini skulu kunnu keypa sær aðrar tænastur enn bara viðgerð á sjálvum stovninum, verður eitt brúkaragjald sett. 

Og Barna- og Útbúgvingarmálaráðið metir, at brúkaragjaldið hækkar nógv.

Tí tænasturnar, sum Familjutænastan skal veita, vera nógv meira samansettar og umfatandi enn tær tænastur, sum kommunurnar higartil hava goldið fyri.

Landskassin fíggjar nýggju loysnina við einari millión í fjør og fýra milliónum um árið í 2025, 2026 og 2027.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590