Matstovur vilja sleppa undan meirvirðisgjaldi

Matstovur vilja sleppa undan meirvirðisgjaldi
Ferðavinnufelagið hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið um nýggjan landbúnaðarpolitikk
Tá landbúnaðarvørur fáa mvg-frítøku, eigur eisini at vera hugsað um slíkar skipanir fyri aðrar vinnur, eitt nú matstovuvinnuna., sigur Ferðavinnufelagið. (Savnsmynd)
 
06.02.2025 - 16:15

Ferðavinnufelagið nýtir høvi til at gera vart við meirvirðisgjaldið hjá matstovum í hoyringarsvarinum um nýggja landbúnaðarpolitikkin.

Felagið tekur undir við, at landbúnaðarvørur vera stuðlaðar.

Men felagið ger vart við, at aðrar vinnur eisini stríðast við at vera kappingarførar.

Alsamt fleiri gjøld eru hækkað og løgd á vinnuna. 

 

Neiligar avleiðingar

Eitt nú kann nevnast meirvirðisgjaldið, sum frá 1. januar í fjør var lagt á vinnuligan fólkaflutning við bussi. 

Hetta hevði neiligar avleiðingar, sigur Ferðavinnufelagið, tí prísurin hækkaði, og eftirspurningurin at selja túrar til Føroya var ávirkaður.

Tá landbúnaðarvørur fáa mvg-frítøku, eigur eisini at vera hugsað um slíkar skipanir fyri aðrar vinnur, eitt nú matstovuvinnuna. 

Ferðavinnufelagið sigur, at í nærum øllum grannalondum okkara er minni meirvirðisgjald enn annars á kaffistovur og matstovur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334