Grindamannafelagið: Sjóvarfalsdrekar kunnu styggja grind

Grindamannafelagið: Sjóvarfalsdrekar kunnu styggja grind
Felagið vil vera hoyringarpartur og javnan fáa kunning um, hvørja ávirkan ætlanirnar hjá Minesto kunnu fáa fyri siðvenjuna at veiða smáhval
Grind í Hvannasundi. Grindamannafelagið stúrir fyri, at sjóvarfalsdrekar kunnu styggja grind. (Savnsmynd)
 
07.02.2025 - 18:00

Sjóvarfalsdrekar kunnu styggja grindina, soleiðis at hon ikki kemur inn á firðirnar.

Tað stúrir Grindamannafelagið fyri, nú svenska fyritøkan, Minesto, ætlar at gera fleiri lundir við sjóvarfalsdrekum á føroysku firðunum.

 

Esmar Joensen er formaður í Grindamannafelagnum. (Mynd: Hilmar Jan Hansen)

 

Fyritøkan hevur í løtuni eina royndarverkætlan í Vestmannasundi, og í 2026 skulu seks sjóvarfalsdrekar eftir ætlan vera í Hestfirði. Men ætlanin er at seta drekar á fleiri firðir aftrat.

Grindamannafelagið vil vera hoyringarpartur og  javnan fáa kunning um, hvørja ávirkan ætlanirnar kunnu fáa fyri siðvenjuna at veiða smáhval.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07022025_Sjovarfalsdrekar_og_grind

 

 

 

 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861