Báðir samgonguflokkarnir í Grønlandi hava afturgongd

Báðir samgonguflokkarnir í Grønlandi hava afturgongd
Demokraatit tvífaldar atkvøðutalið, vísir veljarakanning
Formenninir í báðum samgonguflokkunum í Grønlandi, Múte B. Egede úr IA, og Erik Jensen í Siumut. Báðir flokkarnir hava afturgongd, vísir veljarakanning.
Mynd: KNR  
 
07.02.2025 - 15:13

Báðir samgonguflokkarnir í Grønlandi, IA og Siumut, hava afturgongd í einari veljarakanning, sum greiningarfyritøkan Verian hevur gjørt fyri Sermitsiaq og Berlingske.

Samstundsis hevur flokkurin Demokraatit framgongd.

Kanningin er gjørd frá 22. til 27. januar, t.e. stutt fyri at landstingsvalið var útskrivað.

Á valinum í 2021 fekk IA 36,6 prosent av atkvøðunum, men nú hevði flokkurin fingið 31 prosent, vísir kanningin.

Siumut fekk 29,5 prosent av atkvøðunum á valinum seinast, men nú fær flokkurin 21,9 prosent.

 

Tvífaldar atkvøðutalið

Demokraatit meiri enn tvífaldar atkvøðutalið samanborið við valið fyri fýra árum síðani. Tá fekk flokkurin níggju prosent, men nú stendur hann til at fáa 18,8 prosent.

Naleraq hevur eisini framgongd. Kanningin vísir, at flokkurin fær 16,5 prosent av atkvøðunum afturímóti 12 prosentum í 2021.

Attasut hevur eisini eina lítla framgongd, úr sjey prosentum fyri fýra árum síðani upp í 9,7 prosent. 

Vert er tó at leggja til merkis, at 30 prosent av teimum umleið 500 fólkunum, sum eru spurd í kanningini, hava ikki tikið støðu til, hvønn tey fara at velja. 

Landstingsvalið í Grønlandi verður 11. mars. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985