Kryolitnámið: Grønlendskir floksleiðarar vilja hava málið kannað

Kryolitnámið: Grønlendskir floksleiðarar vilja hava málið kannað
Sambært sendingini høvdu Danmark og USA 800 milliardir kr. í umsetningini av tí, sum námið gav
Erik Jensen er formaður í Siumut.
Mynd: KNR  
 
10.02.2025 - 15:49

Grønlendskir floksleiðarar krevja, at kanningar verða settar í verk eftir dokumentarsendingina í danska kringvarpinum í gjárkvøldið kryolitnámið í Ivittuut.

Sambært sendingini høvdu Danmark og USA 800 milliardir kr. í umsetningini av tí, sum námið gav. 

Erik Jensen, formaður í Siumut, sigur við Sermitsiaq, at hann er illa við av, at danska stjórnin hevur forvunnið so nógvan pening í Grønlandi.

Erik Jensen sigur, at hann fer at krevja, at øll nám og øki, sum verða brúkt til hernaðarendamál, verða kannað, so greiði fæst á, hvussu nógv aðrar tjóðir hava forvunnið.

- Sannleikin má koma fram, sigur hann.

 

Sí sendingina "Grønlands hvide guld" her

 

Krevur opinleika

Formaðurin í Attasut, Aqqalu C. Jerimiassen, krevur eisini fullan opinleika í málinum. 

- Hetta kann á ongan hátt góðtakast. Øll slík mál eiga at verða kannað, sigur Aqqalu C. Jerimiassen við Sermitsiaq, og heitir á donsku stjórnina um at taka ábyrgd.

 

Pele Broberg er formaður í Naleraq.

 

Naleraq: Hetta hava vit vitað

Pele Broberg, formaður í Naleraq, sigur hinvegin, at neyðugt er ikki at kanna meiri. Hann heldur, at spurningurin er, hvussu veljarin skal brúka vitanina. 

- Alt, sum vit hava sagt, verður váttað nú. Okkum nýtist ikki at líta aftureftir. Vit hava longu vitað tað, sigur Pele Broberg við Sermitsiaq.

- Okkum nýtitst ikki at argumentera fyri, at vit vilja vera sjálvstøðugt land, sigur hann. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345