Sivert Høyem í Norðurljóði: "Eg gleði meg nógv at koma til Føroya"

Sivert Høyem í Norðurljóði: "Eg gleði meg nógv at koma til Føroya"
"Dancing Headlights" kallast nýggja plátan hjá norska Sivert Høyem, ið kemur til Føroya at spæla konsert í Løkshøll 28. februar. Høyem greiðir frá plátuni í Norðurljóði
Mynd: Andreas Hornoff  
 
10.02.2025 - 17:42

Nýggjasta Norðurljóð'-sendingin er serlig, tí hon viðger eina einstaka, nýggja útgávu.

Sivert Høyem, sangarin í norska bólkinum Madrugada, kom fíggjadagin við áttandu soloútgávu síni, "Dancing Headlights".

Í Norðurljóði prátar Ragnar A. Jacobsen, vertur, við Sivert Høyem um útgávuna og eisini um solokonsertina við Høyem, sum verður í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 28. februar.

Myndir: Andreas Hornoff

 

Innspæld live

Sivert Høyem greiðir frá, at "Dancing Headlights" í stóran mun er innspæld live í eini smáttu í Myrdalen, og miðað var eftir at fáa skapt nøkur stutt og einføld poppløg, sum kundu standa einsamøll.

Her verður hugsað um løg, ið eru skrivað eftir góða, gamla poppfrymlinum.

"Tað er bara ein popp-pláta. Ikki so nógv meira at siga um tað. Upp í ein neva av væl skipaðum poppsangum, ið eru tiknir upp upp á gamla mátan saman við bólki mínum," staðfestir Sivert Høyem. 

 

Týdningurin av poppi broyttur

Sivert Høyem ger vart við, at poppur ikki er tað sama í dag, sum tað var, tá hann vaks upp.

"Í dag eru poppsangir forritaðar rytmir, eftirgjørd ljóð og autotune. Sangarin, sangskrivarin og framleiðarin eru sjáldan tann sami persónurin í dag. "Dancing Headligts" eru fimm fýrar, ið spæla live í upptøkuhølinum," staðfestir hann. 

"Poppur hevur ein annan týdning fyri meg," leggur Sivert Høyem afturat. "Tá eg var barn, so spældi tey framvegis The Beatles í útvarpinum. Áttatiárini vóru eisini ein deilig tíð fyri popp- og rokktónleikin, og eg hevði júst tann rætta aldurin at súgva alt til mín. Í dag tykist tað mær truplari at fáa eyga á nøkur ektað popplistafólk at spegla mær í. Lana del Rey er ein. Hon er tíðarleys uttan at vera gamaldags, og tað er júst tað, ið eg eisini royni at vera."

 

Gleðir seg at koma til Føroya

Skjótt verður møguleiki at uppliva Sivert Høyem her í Føroyum. Fríggjakvøldið 28. februar fer hann nevniliga á pallin í Løkshøll í Runavík.

Konsertin er fyrsta konsertin í solokonsertferð hansara, har Høyem stendur púra einsamallur á pallinum. 

"Eg gleði meg nógv at koma til Føroya at spæla konsert, og sjálvandi verður tað øðrvísi, enn um eg spæli við bólki. Tað gevur nakrar aðrar møguleikar, men eisini nakrar eyðsýndar avmarkingar," ásannar Sivert Høyem ærliga. 

 

Hvat: Norðurljóð 
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadag kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610