Elias, Vilhelm og Hákun fylgjast í týska oddastríðnum

Elias, Vilhelm og Hákun fylgjast í týska oddastríðnum
- Tað er stuttligt, at vit tríggir allir eru í toppinum, segði Elias E. á Skipagøtu fyri kortum. Allir tríggir landsliðsfelagarnir vunnu, nú Bundesligan byrjaði aftur
THW Kiel
Kiel fekk eina flúgvandi byrjan í seinnu hálvu av Bundesliguni, tá teir vunnu trygt á Magdeburg
10.02.2025 - 17:25

Teir eru landsliðsliðfelagar, sum stríðast fyri somu søk, men í Bundesliguni stríðast teir ímóti hvørjum øðrum í beinharðari kapping um týska meistaraheitið.

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Vilhelm Poulsen og Hákun West av Teigum vunnu allir, tá THW Kiel, Füchse Berlin og Hannover-Burgdorf spældu sínar fyrstu dystir í seinnu hálvu.

THW Kiel fekk eina flúgvandi byrjan við sannførandi sigri á meistarunum úr Magdeburg. Føroyski spælskiparin skeyt fýra mál og legði upp til fýra afturat í 31-25 sigrinum. Vilhelm Poulsen skoraði tvær ferðir í 24-23 sigri hjá Hannover-Burgdorf á Leipzig, og Hákun West av Teigum skeyt eisini tvey mál, tá Füchse Berlin knústi botnliðið, Potsdam, 36-19.

Tað merkir, at føroysku landsliðsmenninir allir hava 28 stig á plássunum aftan fyri oddaliðið, Melsungen, sum er fýra stig frammanfyri við 32.

Vit spurdu Vilhelm Poulsen og Elias Ellefsen á Skipagøtu eitt sindur um spennandi toppstríðið, tá landsliðið vandi í Føroyum í januar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263