Grót kann detta á vegirnar í nýggjum bergholum

Grót kann detta á vegirnar í nýggjum bergholum
Landsverk hevur eftirlit í bergholunum fimta hvørt ár, og ábøtur vera gjørdar eftir tørvi
Landsverk fær viðhvørt skaðafráboðanir frá bileigarum, sum hava koyrt á grót í bergholunum. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2025 - 08:02

Grót kann eisini detta á vegirnar í nýggjum bergholum.

Tað ber ikki til at tryggja seg móti tí hundrað prosent.

Landsverk hevur eftirlit í bergholunum fimta hvørt ár. Tá verða loft og veggir kannað fyri leyst grót, rivur og møguligar lekar. 

Ábøtur verða gjørdar so hvørt eftir tørvi. 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrimaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

 

Ikki tryggjaðir við betongi

Meginparturin av bergholunum er ikki tryggjaður við betongi, tí tilfarið í fjallinum er so mikið gott.

Landsverk fær viðhvørt skaðafráboðanir frá bileigarum, sum hava koyrt á grót í bergholunum. 

Hagtøl vera ikki gjørd um hesar fráboðanir. Vanliga er hetta eitt mál millum bileigaran og tryggingina.

 

Ikki gjørd til gongufólk

Dennis Holm svarar eisini, at loyvt er at ganga í bergholunum. 

Men tey eru ikki gjørd til fólk til gongu ella á súkklu, til ábæra ferðslu. 

Dennis Holm sigur, at hann hevur heitt á Landsverk um at kanna, hvussu ábær ferðsla kann skipast í bergholunum.

Landsverk varðar av 21 bergholum, sum eru tilsamans 40 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391