Seyðaleysur hagi skal vísa, hvussu føroyska lendið upprunaliga sá út

Seyðaleysur hagi skal vísa, hvussu føroyska lendið upprunaliga sá út
"Dreymurin er at uppliva føroyska lendi uttan seyðabit," sigur Kristin Vilhelmsen, ánari í hagapartinum Stórryggi í Kalsoynni, .
Tað vóru bæði forvitni og praktiskar orsøkir, ið gjørdu, at Kristin Vilhelmsen fekk hugskotið at taka seyðin av. (Savnsmynd)
 
14.02.2025 - 10:07

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu føroyska lendið hevði sæð út uttan seyð og seyðabit? Hvussu Føroyar upprunaliga sóu út, áðrenn fólk festu búgv her og høvdu seyð við sær?

Tað hevur Kristin Vilhelmsen, ið eigur í hagapartinum Stóraryggi í Kalsoynni. Og tá umstøðurnar í 2019 vildu tað soleiðis, at eingin ordiliga var at røkta hagan, ið vanliga ber 35 áseyðir, so bleiv avgjørt at taka seyðin av. 

- Eg vænti eitt ríkari fuglalív, fleiri blómur og meiri vøkstur. Har fer nógv at koma undan kavi, sum vit ikki vita um, sigur Kristin Vilhelmsen. 


Kristin Vilhelmsen úr Klaksvík, ið valdi at taka seyðin av, tí hann vil síggja, hvussu lendið hevði sæð út uttan bit

 

Slóðbrótandi 

Í 2021 kom samstarv í lag millum Kristin Vilhelmsen og Tjóðsavnið, soleiðis at Stóriryggur gjørdist partur av verkætlanini Lendisbati hjá Tjóðsavninum.

"Hetta er slóðbrótandi í Føroyum," sigur Kolbrún í Haraldsstovu frá Plantudeildini á Tjóðsavninum, sum stendur á odda fyri verkætlanini Lendisbati hjá Tjóðsavninum.


Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Plantudeildini á Tjóðsavninum

 

>>LES MEIRA UM VERKÆTLANINA HER

 

 

14022025_Seydaleysur_hagi

 

Sí videobrot um verkætlanina í Kalsoynni her:


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481