Trump: Zelenskyj fer at skriva undir avtalu um ráevni í Ukraina

Trump: Zelenskyj fer at skriva undir avtalu um ráevni í Ukraina
Amerikanski forsetin vil hava eitt slag av endurgjaldi fyri amerikanska stuðulin til kríggið móti Russlandi
Emmanuel Macron og Donald Trump høvdu felags tíðindafund í Hvítu húsunum í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.02.2025 - 09:28

Amerikanski forsetin, Donald Trump, væntar, at Volodymyr Zelenskyj kemur til USA í hesi vikuni ella næstu viku at skriva undir avtalu um mineral og sjáldsom ráevni í ukrainsku undirgrundini.

Tað segði Trump, tá hann helt felags tíðindafund saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron, í ovala rúminum í Hvítu húsunum í gjár.

Síðstu tíðina hevur ukrainska undirgrundin verið í brennideplinum.

Óváttað tíðindi ganga um, at stjórnin hjá Donald Trump, forseta, fer at krevja eitt slag av endurgjaldi fyri stóra amerikanska stuðulin, sum er latin í sambandi við kríggið.

Ukraina hevur ikki váttað, um Zelenskyj fer til USA at skriva undir avtaluna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006