Samsýning fyri heilsukanning skal vera skattafrí

Samsýning fyri heilsukanning skal vera skattafrí
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur biðið løgtingið um at broyta skattalógina
 
05.11.2013 - 08:01

Børn, sum eru við í heilsukanningum, eiga ikki at gjalda skatt av teimum 500 krónum, tey fáa frá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Tí hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum biðið løgtingið broyta skattalógina.

Staðfestast í lógini

Skattur verður ikki kravdur av pengunum, sum børnini fáa fyri millum annað at lata blóðroyndir til heilsukanningar, men nú skal hetta staðfestast í lógini. Og skattafríkortið hjá børnum og ungum, sum fáa hækkað barnagjald, skal ikki brúkast til barnagjaldið.

Hækkaða barnagjaldið frá tí foreldrinum, sum ikki býr saman við barninum, fer umvegis P-talið hjá barninum. Og tað fer tí av fríkortinum hjá barninum. Tað verður goldið sum A-inntøka hjá barninum ella tannáringinum. Hesi børnini fáa tí minni burturúr enn javnaldrarnir, sum arbeiða, tí barnagjaldið fer av fríkortinum. Tí er lítið ella einki eftir av fríkortinum til løn.

Kostar 50.000-100.000 kr.

Broytingin fer at kosta landinum 50.000 til 100.000 kr. í mistum skatti um árið og kommununum 100.000 til 150.000 kr. Vanligt barnagjald er skattafrítt. Og tað verður hækkaða barnagjaldið eisini eftir nýggjár, tá lógarbroytingin er komin í gildi.

Almannamálaráðið, sum fekk lógaruppskotið til hoyringar, undrast á, at ein fyrisitingarlig mannagongd hevur verið avgerandi fyri, at ein inntøka sum hækkað barnagjald hevur verið skattskyldug. 

 Í viðmerkingunum hjá Fíggjarmálaráðnum til lógarbroytingina stendur, at hóast tað má ásannast, at galdandi lógartekstur kann lesast soleiðis, at hækkað barnagjald er skattafrítt, hevur fyrisitingarliga mannagongdin verið tann, at hækkað barnagjald verður roknað upp í skattskyldugu inntøkuna hjá barninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 040726
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360