Neyðugt at víðka kirkjugarðin í Kollafirði

Neyðugt at víðka kirkjugarðin í Kollafirði
Tórshavnar býráð samtykti í gjár at lata 250.000 kr. til projektering
Kollafjarðar kirkja.
Mynd: Fólkakirkjan.fo  
 
28.02.2025 - 08:38

Neyðugt er at víðka kirkjugarðin í Kollafirði sum skjótast, tí hann er um at vera fullur.

Bara 40 pláss eru eftir.

Kirkjugarðurin var gjørdur í 1980 og útbygdur í 1995 og í 2010.

Í honum eru 236 gravir, og 50 gravir eru umbidnar. 

Nú er bara 40 eftir.

 

Átta jarðarferðir um árið

Talið av jarðarferðum í Kollafirði er okkurt um átta um árið.

Makar fáa vanliga grøv setta av ella umbidna samstundis.

Tí vera 16 gravir upptiknar hvørt ár. 

Hetta ger, at um tvey-trý ár eru eingi tøk pláss eftir í kirkjugarðinum.

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at lata 250.000 kr. til projektering.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775