Løkke til Føroya

Løkke til Føroya
Í kvøld fer danski uttanríkisráðharrin at hava fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, og hann fer eisini at hitta uttanlandsnevndina
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 11:30

Seinnapartin í dag kemur danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen til Føroya.

Hann fer í kvøld á fund í Tinganesi við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum. 

Løkke fer eisini hitta limirnir í uttanlandsnevndini.

Í morgin vitjar danski uttanríkisráðharrin á virkjum, og í annaðkvøld er hann saman við landsstýrismanninum í uttanríkismálum boðin til konsert hjá Føroya symfoniorkestri og gestatónleikarunum, Leu Kampbann og Mariusi Ziska, í nýggju høllini við Tjarnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167