Broyting í fótbóltslógini

Broyting í fótbóltslógini
Frá næsta kappingarári at rokna, kann eitt fótbóltslið fáa hornaspark, um málverjin á hinum liðnum heldur bóltinum ov leingi
David Elleray er tekniskur stjóri í altjóða fótbóltssambandinum IFAB
Mynd: IFAB  
 
02.03.2025 - 10:32

Limirnir í altjóða fótbóltssambandinum IFAB samtyktu leygardagin á ársfundinum, sum var í Belfast í Norðurírlandi, at broyta lógina. Broytingin hevur við sær, at málverjan bert kann halda bóltinum í átta sekund, og dómarin telur niður seinastu fimm sekundini við fingrunum á lofti.

- Broytingin er, at hevur málverjin bóltin ov leingi, og dómarin hevur gjørt vart við hetta, so verður hornaspark dømt til mótstøðuliðið. Núverandi skipan er, at óbeinleiðis fríspark verður dømt, um málverjin heldur bóltinum í meira enn seks sekund, skrivar IFAB.

Broytingin kemur í gildi 1. juli ár, men í Føroyum plaga broytingar í fótbóltslógum ikki at koma í gildi mitt í einum kappingarári, og tí kemur broytingin í gildi í Føroyum næsta kappingarár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424