Suðuroyartunnilin verður nú mettur at kosta 4,2 milliardir

Suðuroyartunnilin verður nú mettur at kosta 4,2 milliardir
Upprunaliga tunnilsleiðin verður varðveitt, men vegur verður gjørdur á Traðarhamri á Sandi
Aksel V. Johannesen , løgmaður, greiðir frá innihaldinum í uppskotinum um Suðuroyartunnil, sum verður lagt fyri tingið í dag.
 
07.03.2025 - 13:40

Í lógaruppskotinum fyri Suðuroyartunnilin, sum verður lagt fram í tinginum í dag, er upprunaliga tunnilsleiðin úr Sandvík til Skarvanes varðveitt.

Og vegur verður gjørdur á Traðarhamri á Sandi

Suðuroyartunnilin, nýggjur tunnil millum Sandvík og Hvalba og vegagerð verða nú mett at kosta tilsamans 4,2 milliardir kr. 

Metingin er gjørd út frá kostnaðinum, um lán varð tikið til tunnilin í dag. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøður eru við Aksel V. Johannesen, løgmann, og Teit Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum:

 

07032025_Suduroyartunnil

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392