Mark Carney verður nýggjur forsætisráðharri í Kanada

Mark Carney verður nýggjur forsætisráðharri í Kanada
Fýra fólk stillaðu upp til formansvalið í Liberala flokkinum, men Mark Carney, fyrrverandi stjóri í kanadiska tjóðbankanum, var greiður vinnari við 86 prosent av atkvøðunum. 
Mark Carney verður nýggjur forsætisráðharri í Kanada
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.03.2025 - 09:49

Seint í gjárkvøldið varð greitt, at Mark Carney verður nýggjur forsætisráðharri í Kanada. Hetta hendi, tá ið atkvøðurnar til formanssessin í Liberala flokkinum vórðu taldar upp.

Fýra fólk stillaðu upp til formansvalið, men Mark Carney, fyrrverandi stjóri í kanadiska tjóðbankanum, var greiður vinnari. Hann fekk 86 prosent av atkvøðunum. 

Justin Trudeau, sum hevur verið forsætisráðharrin síðani 2015, boðaði í januar frá, at hann gevst sum formaður í Liberala flokkinum og tí eisini sum forsætisráðharri. 


Mark Carney loysir Justin Trudeau av sum formaður í Liberala flokkinum og harvið eisini sum forsætisráðharri í Kanada (Mynd: Ritzau / Scanpix)

 

Mark Carney verður stjórnarleiðari í einum landi, sum er í handilskríggi við USA. 

Donald Trump, amerikanski forsetin, hevur fleiri ferðir nevnt, at Kanada átti at verið innlimað í USA og harvið verið tann 51. staturin í USA. 

Mark Carney segði við fólkamongdina, sum fegnaðist saman við honum um valsigurin, at hansara stjórn bara fer at gera handilsavtalur við álítandi samstarvsfelagar.

Hann segði eisini:

- Kanada fer aldrin, aldrin nakrantíð, á nakran sum helst hátt at gerast partur av Amerika.


Mynd: Ritzau / Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189