Edward Niclasen vil varðveita elsta træbát í Grønlandi

Edward Niclasen vil varðveita elsta træbát í Grønlandi
At kalla eingi gomul træskip eru eftir í Grønlandi. Og tað er spell, heldur sørvingurin Edward Niclasen, sum býr í Nuuk. Hann er farin at umvæla elsta træbátin í landinum
Edward Niclasen úr Sørvági hevur búð í Grønlandi í 40 ár. Nú hevur hann sett sær fyri at varðveita elsta træskip í landinum
Mynd: Bárður Michaelsen  
 
17.03.2025 - 13:17

Sørvingurin Edward Niclasen trívist best á keiini.

Hann flutti til Grønlands fyri góðum 40 árum síðani, hevur fingið familju og stórt, vinnuligt virksemi, sum verður rikið út frá hansara bygningum á keiøkinum í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk.

At kalla eingi gomul træskip eru eftir í Grønlandi. Og tað er spell, heldur Edward Niclasen, sum farin at umvæla elsta træbátin í landinum, "N.V. Ussing".

Hoyr samrøðan, ið Jón Brian Hvidtfeldt gjørdi við Eward Niclasen, og síggj myndir av arbeiðinum at umvæla "N.V. Ussing". 

 

Traeskip_ur_Gronlandi_Edward_og_Ussing

 

Myndir: Bárður Michaelsen

 

Nýggjasta ítrivið hjá Edwardi Niclasen er eisini á keiini. Hann keypti eina stóra høll, sum hann hevur sett upp á keiøkinum, og har inni stendur sermerkti báturin, "N.V. Ussing", sum nú skal koma aftur til heiðurs og æru. 

 

Skipsverkfrøðingurin A.V.J. Groth teknaði bátin, sum er bygdur í Rødvig á Stevns í Danmark.

 

"N.V. Ussing" er systurskip til kenda bátin hjá Knud Rasmussen, "Kivioq".

 

Báturin eitur eftir dananum Niels Viggo Ussing, sum livdi frá 1864 til 1911. Hann var minerologur og geologur, og gjørdi nógvar kanningar- og rannsóknarferðir í Grønlandi.

 

Og so kunnu vit leggja afturat, at eyðkenda skipið var í mong ár brúkt sum logo á kendu Zippo-tendrarunum.

 

Tá seinni heimsbardagi var av, og báturin ikki longur var í tænastu fyri "Der Deutche Kriegsmarine" í Lillebælt, yvirtók danski staturin hann.

 

Kósin varð sett móti Grønlandi. "N.V. Ussing" fekk eina harða byrjan, longu á fyrsta túri úr Danmark yvir til Grønlands:

 

Ussing varð brúktur til vísindaligt kanningararbeiði fyri Grønlands Geologiske Undersøgelser, líka til 1983, tá vinnulívsmaðurin Børge Davidsen keypir hann at brúka til at sigla við arbeiðsfólki hjá "Polar Entreprise a/s", fram við grønlendsku strondini.

 

Tá felagið verður selt í ár 2000, varðveitir Børge Davidsen Ussing. Hann tekur bátin uppá land, ætlanin er at seta hann í stand.

 

Men Børge Davidsen kemur ikki á mál við hesum arbeiði. Í 2007 er uppá tal at Ussing skal siglast aftur til Danmarkar - til Æbeltoft, har báturin skal gerast í stand og leggjast undir liðina av fregattini Jylland.

 

Tað blívur tó heldur ikki til nakað - báturin verður standandi uppi á landi í Sisimiut. Og so er tað, at sørvingurin í Nuuk kemur inn í myndina:

 

Og nú stendur Ussing so í høllini hjá Edwardi Niclasen í Nuuk.

 

Stóra umvælingararbeiðið er nú farið ígongd.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954