Greenpeace dømt at rinda 4,5 milliardir í endurgjaldi

Greenpeace dømt at rinda 4,5 milliardir í endurgjaldi
Dómurin er m.a. um at ganga annans mans ogn ov nær í sambandi við mótmæli móti oljuleiðing
Rørleiðingin, sum er góðar 2000 kilometrar long, kann flyta stórar mongdir av olju úr North Dakota heilt til Illinois.
Mynd: CNN  
 
20.03.2025 - 10:36

Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace er dømdur at rinda meir enn 660 milliónir dollarar - tað eru 4,5 milliardir krónur í okkara pengum - í endurgjaldi til amerikansku fyritøkuna, Energy Transfer.

Hetta hevur eitt nevningating gjørt av nú í nátt okkara tíð, skrivar DR.

Greenpeace í USA er dømt fyri millum annað ærumeiðing og at ganga annans mans ogn ov nær í sambandi við mótmæli móti oljuleiðingini Dakota Access í statinum North Dakota.

Rørleiðingin, sum er góðar 2000 kilometrar long, kann flyta stórar mongdir av olju úr North Dakota heilt til Illinois.

 

Kann dálka drekkivatnið

Bøndur, umhvørvisfelagsskapir og upprunafólkið í USA hava øll mótmælt oljuleiðingini, millum annað tí stúrt verður fyri, at hon kann dálka drekkivatnið í umráðnum.

Greenpeace hevur fyrr sagt, at eitt stórt endurgjaldskrav kann føra til, at felagsskapurin fer av knóranum. Ætlanin er at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

"Stríðið móti Big Oil er ikki av. Vit vita, at sannleikin og lógin er í okkara parti", sigur Greenpeace við CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980