Pávin útskrivaður í dag

Pávin útskrivaður í dag
Frants pávi verður í dag úrskrivaður av Gemelli sjúkrahúsinum í Róm. Hann hevur verið innlagdur í fimm vikur orsakað av trupulleikum í andaleiðini.
Mynd: Pexels/Europa Press  
 
23.03.2025 - 09:42

Áðrenn Frans pávi fer av sjúkrahúsinum, fer hann vísa seg í vindeyganum á sjúkrastovuni á 10. hædd á Gemelli sjúkrahúsinum og lýsa signing yvir tey mongu, sum eru til staðar uttan fyri sjúkrahúsið.

Sambært AP tíðindastovuni skal pávin hvíla í minsta lagi tveir mánaðir í Vatikaninum, áðrenn hann aftur fer til arbeiðis.

Persónligi læknin hjá pávanum væntar, at tað fer at bera til hjá pávanum at fara fult til verka aftur, um so er, at hann spakuliga og støðugt ernast á sama hátt, sum hann hevur gjørt seinastu vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985