Skulu svara semingsuppskoti fyrrapartin

Skulu svara semingsuppskoti fyrrapartin
Ber semingsroyndin ikki á mál, fara limirnir í Heilsuhjálparafelagnum í verkfall.
Semingsroyndin byrjaði fyrrapartin í gjár, og nú skulu partarnir taka støðu til semingssuppskot.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.03.2025 - 07:59

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið fingu um 11-tíðina í gjárkvøldið semingsuppskot, sum tey skulu svara nú fyrrapartin kl. 11.

Tað váttar Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsroyndin byrjaði fyrrapartin í gjár og helt á til kl. 11 í gjárkvøldið, tá Semingsstovnurin kom við semingsuppskoti.

Ber semingsroyndin ikki á mál, fara limirnir í Heilsuhjálparafelagnum í verkfall.

Tað var avgjørt á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin.

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum legði uppskot fyri aðalfundin um, at nevndin skuldi fáa heimild at lýsa arbeiðssteðg, um semingsroyndin ikki ber á mál.

Og hetta var samtykt við stórum meiriluta.

Sáttmálin hjá Heilsuhjálparfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør, men arbeitt verður eftir honum, til nýggjur sáttmáli er gjørdur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128