Ferðafólk fara framvegis at koyra ókeypis við býbussunum

Ferðafólk fara framvegis at koyra ókeypis við býbussunum
Ferðafólk fara framvegis at koyra ókeypis við bussleiðini í Tórshavnar kommunu, hóast býráðið í fjørheyst samtykti, at NÚ skulu ferðafólkini gjalda
Tað verður framvegis ókeypis at koyra í býbussunum hjá ferðafólki.
 
27.03.2025 - 19:38

Ætlanin var at seta í verk eina gjaldsskipan fyri ferðafólk, soleiðis at útlendsk ferðafólk skulu gjalda fyri at koyra í bussi í Tórshavnar kommunu. 

Skipanin skuldi setast í verk fyrst í hesum árinum, men fyrisitingin hevur mælt til at endurskoða býráðssamtyktina frá 24. oktober í fjør.

Fíggjarnevndin hevur tikið undir við tilmælinum, og hevur beint málið í býráðið.

Elsa Berg vísir á, at millum annað er ivamál um samtyktin er í stríð við líkaregluna, sum sigur at borgarar skulu viðfarast eins.

Anfinn Brekkstein, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu, undrast hví samtyktin enn ikki er sett í verk, og heldur ikki, at samtyktin er í stríð við líkaregluna:

Harumframt leggur Anfinn Brekkstein dent á, at hann heldur ikki at kommunuskattur eigur at fíggja ferðavinnuna.

 

Eisini hjá Strandferðsluni

Eisini hjá Strandferðsluni gongur striltið við at fáa fleiri inntøkur frá útlendsku ferðafólkunum. Sambært Niels Juel Arge, stjóra, arbeiðir Strandferðslan framvegis við einum uppskoti um broyttan prísbygnað á oyggjaleiðum.

Í ár eru beinleiðis útreiðslurnar av Oyggjaleiðum hjá Strandferðsluni 192 milliónir krónur, meðan inntøkurnar eru 49 milliónir. Munurin, 143 milliónir, verður goldin úr landskassanum. Tølini eru úr dagførdu fíggjarlógini fyri 2025.


 

1734550

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040