Nýggi stjórin: Meiri talgilding í KvF og starvsfólk førleikamennast

Nýggi stjórin: Meiri talgilding í KvF og starvsfólk førleikamennast
Hoyr samrøðu við nýggja kringvarpsstjóran, Magnus Dam
 
31.03.2025 - 14:20

- Kringvarpið skal gera meira á talgilda økinum, og starvsfólkini skulu førleikamennast.

Tað sigur Magnus Dam, nýggi kringvarpsstjórin, sum tekur við starvinum 1. mai.

 

31032025_Magnus_Dam


Magnus Dam er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og løgfrøðingur frá Københavns Universitet. 

Hann starvaðist sum løgfrøðiligur ráðgevi í Løgdeildini hjá Tórshavnar Kommunu frá 2007 til 2018, og síðani 2018 hevur hann verið deildarleiðari á Stjórnarskrivstovuni í kommununi

Hann arbeiddi sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum frá 2000 til 2006.

Starvið er áramálssett í 5 ár.

Katrin Petersen, sum síðani desember í fjør hevur verið virkandi kringvarpsstjóri, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025