Familjufyrisitingin: Ungfólk undir 15 ár sleppa ikki at giftast

Familjufyrisitingin: Ungfólk undir 15 ár sleppa ikki at giftast
Kvinnufeløgini halda, at lógin eigur at verða broytt, soleiðis at aldursmarkið fyri at giftast verður 18 ár
Monica Hjelm Rasmussen er stjóri á Familjufyrisitingini.
 
08.04.2025 - 09:32

- Tað kemur ikki upp á tal, at ungfólk, yngri enn 15 ár, kunnu giftast. Og greiða meginreglan er, at aldursmarkið er 18 ár.

Tað sigur stjórin í Familjufyrisitingini, Monica Hjelm Rasmussen.

Síðani Familjufyrisitingin var sett á stovn í 2018, hevur eingin søkt um undantak.

 

Katrin Gaard er forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn. 

 

Í tíðindaskrivi hava fleiri kvinnufeløg um dagarnar sett sjóneykuna á galdandi hjúnabandslóg í Føroyum, og tey vísa á, at tað ber til hjá børnum at giftast. 

Kvinnufeløgini halda, at lógin eigur at broytast, so tað ikki ber til at giftast, um tú ert yngri enn 18 ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08042025_Aldursmark_at_giftast

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558