Gjørdu nýggjan sáttmála, áðrenn tann galdandi fer úr gildi

Gjørdu nýggjan sáttmála, áðrenn tann galdandi fer úr gildi
Nýggi sáttmálin millum Samverk og Føroya arbeiðsgevarafelag er galdandi frá 1. mai í ár til 1. mai í 2027
Sáttmálin millum FAG og Samverk er galdandi í tvey ár.
 
09.04.2025 - 10:02

Fakfelagið Samverk og Føroya arbeiðsgevarafelag hava gjørt nakað so sjáldsamt sum nýggjan sáttmála, áðrenn tann galdandi fer úr gildi.

Tey hava gjørt sáttmála, sum er galdandi frá 1. mai í ár til 1. mai í 2027.

Nú 1. mai hækkar lønin 4,32 prosent.

1. mai næsta ár hækkar hon 3,87 prosent.

1. januar næsta ár kemur nýggj áseting um, at døgurðasteðgurin ikki verður drigin frá arbeiðstíðini. 

 

Døgurðasteðgur

Fólk, sum arbeiða meira enn fimm tímar um dagin, hava rætt til døgurðasteðg, sum er minst 20 minuttir.

Hann verður næsta ár løntur døgurðasteðgur.

Broytingar eru eisini í lønartalvunum.Trý lønarstig detta burtur, so skjótari verður at røkka endastignum.

Samverk var fyrr S&K felagið.

Tað er felag hjá krambafólkum, sølufólkum, skrivstovufólkum, tekniskum starvsfólkum, øðrum fakbólkum og lærlingum.

Góð 70 prosent av limunum í Samverki eru kvinnur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450