Kann verða latin leysur

Kann verða latin leysur
Eysturríkska heimasíðan, Blick, skrivar, at verður Josef Fritzl, sum hevði dóttur sína í trælahaldi í 24 ár, latin leysur, kann hann verða fluttur á demensdeild
90 ára gamli Josef Fritzl varð í 2009 dømdur fyri siðamisbrot, neyðtøku, noyðslu, avbyrging, trælahald og óviljað manndráp. 
Mynd: Blick  
 
10.04.2025 - 15:28

Josef Fritzl - maðurin, sum í 2009 varð dømdur fyri at hava hildið dóttur sína í kynsligum trælahaldi, og fyri at hava fingið sjey børn við henni, kann latast leysur, nú hann í gjár kundi halda 90 ára føðingardag sín.

Ræðuleikarnir heima hjá Josef Fritzl í býnum Amstetten í Eysturríki byrjaðu í 1984, tá ið hann lumpaði tá 18 ára gomlu dóttur sína, Elisabeth Fritzl, niður í kjallaran í húsunum, har familjan búði,  doyvdi hana og legði hana í hondjørn.

Ikki fyrr enn í 2008, 24 ár seinni, slapp hon út. Hesi árini hevði hon átt sjey børn. Eitt barn doyði eftir føðing í 1996.

Fritzl varð í 2009 dømdur fyri siðamisbrot, neyðtøku, noyðslu, avbyrging, trælahald og óviljað manndráp. 

Hann játtaði seg sekan í øllum ákærunum, og hevur síðani sitið í psykiatriskum fongsli. 

 

Astrid Wagner. (Mynd AFP)

 

Advokaturin hjá Fritzl, Astrid Wagner, hevur kravt, at hann skal latast leysur úr fongslinum á 90 ára føðingardegnum.

Eysturríkska heimasíðan, Blick, skrivar, at verður hann latin leysur úr fongslinum, skal hann flytast l eina demensdeild at vera.

Men ein lokalur dómstólur og ein serfrøðigur skulu meta um sálarligu støðu hansara fyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761