Verður avhoyrdur í dag

Verður avhoyrdur í dag
Skrivað og teknað er á ísraelska flaggið.
 
11.04.2025 - 08:10

Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava tikið eitt ísraelskt flagg í Finsen týskvøldið og skrivað og teknað á tað, verður avhoyrdur í dag, sigur politiið.

Slíkt kemur undir grein 110 í revsilógini.

Hon er um tey, sum alment háða fremmanda tjóð, fremmant land, flagg tess ella annað viðurkent tjóðarmerki ella flaggið hjá Sameindu tjóðum ella hjá Evroparáðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717