Handilskríggið millum USA og Kina herðist hvønn dag, sum gongur

Handilskríggið millum USA og Kina herðist hvønn dag, sum gongur
- Høgu tollmúrarnir gera, at samhandilin millum Kina og USA minkar niður í einki. Og gongdin er skaðilig fyri smáar, opnar búskapir, sum tann føroyska, sigur Johnny í Grótinum
Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.04.2025 - 17:47

Heimsins størstu búskapir, tann kinesiski og amerikanski, eru í kríggið. Hóast londini kappast um at leggja handilsforðingar og toll á hvørt annað, so hevði amerikanski forsetin góð orð at bera kinesiska starvsbróðri sínum. 

Fyrradagin kunngjørdu amerikanarar, at tollurin á kinesiskum vørum í USA nú er 145 prosent.

Og í gjár hækkaði tollurin á amerikonskum vørum í Kina úr 84 prosentum upp í 125 prosent.

 

- Høgu tollmúrarnir gera, at samhandilin millum Kina og USA minkar niður í einki. Og gongdin er skaðilig fyri smáar, opnar búskapir, sum tann føroyska, sigur Johnny í Grótinum

Hoyr samrøðu við Johnny í Grótinum í útvarpstíðindunum

1737726

 

Greinin dagførd klokkan 19.40

Trump tykist at bakka fyri trýstinum

Høgu tollmúrarnir skulu ikki raka snildfonir, telduskermar og aðra teldutøkni.

Tað skrivar amerikanski tollmyndugleikin sambært fleiri miðlum.

Sambært BBC fevna undantøkini eisini um hálvleiðarar, sum verða nýttir í telduflísum.

Undantøkini koma, eftir at Donald Trump setti 145 prosent toll á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar til USA.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313