Atljóða gjaldoyragrunnurin ávarar

Atljóða gjaldoyragrunnurin ávarar
Altjóða gjaldoyragrunnurin IMF sigur, at nýggi tollurin hjá Donald Trump hava elvt til stóran negativan skelk í heimsbúskapinum
 
23.04.2025 - 10:06

- Vit meta, at ógvusligu broytingarnar í tollinum 2. apríl og eftirfylgjandi ótryggleikin fara at føra til, at globali vøksturin fer at minka munandi í nærmastu framtíð, sigur IMF, sambært The Guardian. 

IMF, sum hevur høvuðssæti í Washington, metir í seinastu frágreiðing síni um heimsbúskapin, at globali BTÚ-vøksturin í ár verður 2,8 prosent - tað eru 0,5 prosentstig minni enn seinasta metingin, sum var í januar.

Sambært IMF kunnu allir stóru búskaparnir kring heimin rokna við at merkja, at USA hevur hækkað sín tollmúr. Og metingarnar hjá IMF siga, at eingin fer at merkja tað meir enn USA, har væntaði vøksturin nú er 1,8 prosent - í januar var metingin 2,7 prosent.

Samanumtikið sigur IMF, at sannlíkindini fyri búskaparligari afturgongd í USA eru vaksin til nærum 40 prosent. Í oktober í fjør vóru tey 25 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923