Í dag verða goldnar 565 milliónir í frítíðarløn

Í dag verða goldnar 565 milliónir í frítíðarløn
Hetta er 20 milliónir meira enn í fjør
Gott 33.000 fólk útgoldið tilsamans 565 milliónir krónur í frítíðarløn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2025 - 13:25

Í dag fáa gott 33.000 fólk útgoldið tilsamans 565 milliónir krónur í frítíðarløn. 

Hetta er 20 milliónir meira enn í fjør.

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12 prosent av tí, sum tey hava tjent. Arbeiðsgevarin rindar henda prosentpart á frítíðarkontu hjá TAKS, samstundis sum hann flytur vanligu lønina.

Hjá mánaðarløntum er frítíðarlønin ein vanlig mánaðarløn umframt eitt frítíðarískoyti uppá 1,5 prosent av teirri løn, sum tey hava tjent í innvinningarárinum.

Arbeiðsgevarar umsita og útgjalda sjálvir frítíðarískoytið. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329