Trump leggur 100 prosent toll á útlendskar filmar

Trump leggur 100 prosent toll á útlendskar filmar
Amerikanski forsetin sigur, at filmar, sum eru framleiddir í USA, skulu gerast stórfingnir aftur
Donald Trump, forseti, ávarar nú um at leggja 100 prosent toll á útlendskar filmar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.05.2025 - 08:34

Amerikanski filmsídnaðurin er á gravarbakka, og tað er ein trygdarhóttan, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. 

Hann ávarar um 100 prosent í tolli á útlendskar filmar.

- Onnur lond gera slíkar skipanir fyri at lokka tey, sum gera film og filmsstovur, úr USA. Hollywood og nógv onnur støð í USA tømast. Hetta er samskipað átak hjá øðrum londum, og tí ein trygdarhóttan, skrivar Trump á Truth Sosial.

- Eg gevi handilsmálaráðnum og amerikonsku handilsumboðunum boð um alt fyri eitt at fara undir tilgongdina at leggja 100 prosent toll á allar filmar, sum koma til USA, og sum eru framleiddir í øðrum londum. Vit skulu gera filmar, framleiddir í USA, stórfingnar aftur, skrivar Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

Hann nevnir einki um, nær tollurin kemur í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290