Stríðið um gongd í haga gongur aftur til landnámið

Stríðið um gongd í haga gongur aftur til landnámið
Á eina av síðunum í Kongsbókini hevur ein løgmaður ella skrivari hansara helst onkuntíð í 1400-talinum skrivað um rættin til gongd í haga
 
07.05.2025 - 20:00

Skrivað og lisið upp: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Brot_ur_Foroya_sogu_28_-_Gongd_i_haga_-_Andras_Mortensen

 

Eitt kjakevni, sum er frammi í tíðini, er spurningurin um gongd í haga.  

Grundleggjandi snýr hann seg um, hvør skal hava rætt til at ganga har og undir hvørjum treytum. 

Hesin spurningurin er avgamal, tí á eina av síðunum í Kongsbókini hevur ein løgmaður ella skrivari hansara helst onkuntíð í 1400-talinum skrivað soleiðis afturat niðri á breddanum:  

“Far so eisini hagagongu, tí eg havi gingið eins skilaliga, sum tú mundi ikki ganga skilaligari enn eg”.  

Seinni hevur ein annar skrivari lagt hesi orðini afturat: “og ikki skilaligari”.  

Kongsbókin var lógbókin hjá løgmansembætinum í Føroyum frá umleið 1300 til 1600.

 

Líkist einum dómi

Júst hvat hesin setningurin merkir, er eitt sindur ógreitt, tí orðini eru tikin úr onkrum orðaskifti í rættarskipanini, sum vit ikki kenna.  

Men hin vegin hevur skrivarin hildið setningin vera so týdningarmiklan, at hann skrivaði hann upp.

Tað er eins og var setningurin eitt slag av dómi, og í Kongsbókini eru fleiri tílíkar innskrivingar úr seinmiðøld, sum eru truplar at skilja í dag, men líkjast dómum. 

 

Sipar til Seyðabrævið

Skilligt er tó, at setningurin, sum skrivarin skrivaði upp um hagagongu, sipar til ásetingina í Seyðabrævinum frá 1298 um at ganga í haganum.  

Ásetingin í Seyðabrævinum ljóðar soleiðis: 

“Tað er nú tí næst, at hesir eru teir lutir, ið landinum eru hentastir, og hertugin harri mín hevur játtað okkum og ikki stendur í lógbók teirri, ið vár hin virðiligi harra Magnus kongur hin krýndi gav okkum, og menn samtyktu á altingi, at um maður gongur í haglendi annan mans og rekur burtur fenað hans, so at honum verður skaði at, ið er hálva mørk verdur, tá skal hann gjalda honum fulla bót, ið tann fenað eigur, eftir tí sum hann er maður til, og kongi hálva mørk í silvuri, og bøta aftur honum, ið fenaðin eigur, annan javngóðan sum áður var.” 

 

Skulu fara væl um

Í lógarásetingini snýr tað seg ikki um at forða fólki at ganga í haganum, men harafturímóti um at fara væl um og ikki styggja seyðin.

Aðrastaðni í Seyðabrævinum eru ásetingar um tey vinnuligu viðurskiftini í sambandi við seyðin í haganum, og hvussu ósemjur um tey skuldu loysast. 

At fara væl um er eisini boðskapurin í setninginum, sum løgmaður ella skrivari hansara noteraði úr onkrum kjaki í rættarskipanini onkuntíð í seinmiðøld:

“Far so eisini hagagongu, tí eg havi gingið eins skilaliga, sum tú mundi ikki ganga skilaligari enn eg”.  

Við øðrum orðum sigur hann: “Eg havi líka góðan rætt sum tú at ganga í haganum, um eg ansi eins væl eftir sum tú.“  

 

Løgtingið viðgjørt hagagongu í seinmiðøldini

Setningurin sýnir, at eisini í seinmiðøld hevur kjak verið um, hvør hevði rætt at ganga í haganum og undir hvørjum treytum.

Eisini sýnir setningurin, at hetta kjak hevur verið tikið upp á løgtingi, hóast ein lógaráseting var um hetta í Seyðabrævinum.  

Setningurin kann tí fatast sum ein løgmansúrskurður úr seinmiðøld um, at einhvør hevði rætt til at ganga í haganum, um ein bara fór væl um. 

 

Fingu dóm fyri hagagongu

Tó sæst í tingbókunum úr 17. øld, at menn fingu dóm fyri at ganga einsamallir í haganum.  

Sæð í mun til løgmansdómin í 15. øld má hetta merkja, at fult frælsi til hagagongu hevði tú ikki.  

Ið hvussu er sýna hesi málini, at um tú endiliga skuldi ganga í haganum, skuldi tú syrgja fyri at hava eitt vitni við, sum kundi vátta, at tú ikki fór illa um.

Hetta verður í tingbókunum úr 17. øld nevnt “samgonga”. 

 


Hvat: Brot úr Føroya søgu
Hvar: Í Góðan morgun Føroyar og á KVF Ljóð
Nær: Hósmorgnar ella tá tað passar tær á KVF Ljóð 

 

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139