Føroyar hava nú tikið við varaformansskapinum í Arktiska ráðnum

Føroyar hava nú tikið við varaformansskapinum í Arktiska ráðnum
"Arktiska økið hevur ongantíð áður verið meiri aktuelt," sigur landsstýriskvinna í uttanríkismálum, nú Føroyar hava tikið við varaformasskapinum í Arktiska ráðnum
"Tað hevur stóran týdning at seta dagsskránna í Arktis, tí økið hevur ongantíð verið meira aktuelt enn nú," sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2025 - 12:12

Føroyar hava nú tikið við varaformansskapinum í Arktiska ráðnum. Hetta hendir í sambandi við, at Grønland, Føroyar og Danmark hava nú formansskapin í Arktiska ráðnum fram til 2027.

"Tað hevur stóran týdning at seta dagsskránna í Arktis, tí økið hevur ongantíð verið meira aktuelt enn nú," sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

Formansskapurin verður í Grønlandi, og Føroyar fáa næstformannin. 

Tað verður grønlendski embætismaðurin, Kenneth Høegh, sum er nýggjur arktiskur sendimaður fyri Danmark, ið skal standa á odda fyri dagliga arbeiðinum í Arktiska ráðnum, og Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkistænastuni í Føroyum, verður varafólk. 

 

Russland enn partur av samstarvinum

Støðan í ráðnum er broytt síðan russisku innrásina í Ukraina, og Russland er framvegis partur av samstarvinum

Átta lond eru limir í Arktiska ráðnum: Danmark, Kanada, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Russland og USA .

Hóast arbeiðið í ráðnum er ávirkað av støðuni við Russlandi og USA, heldur arbeiðið fram, sigur landsstýriskvinnan. 

Arktiska ráðið er fyrst og fremst eitt granskingarsamstarv, men er eisini fremsta millumtjóða samstarvið í Arktis. 

Sirið Stenberg sigur, at fyri Føroyar hevur arbeiðið við havøkinum fremstu raðfesting.

 

INNSLAG_Sirid_Stenberg_og_arktiska_radid

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858