Handtikin fyri valsvik í Belgia

Handtikin fyri valsvik í Belgia
Fólkini eru undir illgruna fyri at hava nýtt falsaða fulltrú og sjúkrameldingar
Guy D'haeseleer, borgarstjóri, er ikki millum teirra, sum eru handtikin, og hann vísir aftur, at hann er valdur órættan hátt.
 
21.05.2025 - 15:29

Belgiska løgreglan hevur handtikið sjey fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava skipað fyri valsviki í býnum Ninove, har ein politikari ytst á høgravonginum vann lokalvalið.

Guy D'haeseleer í politiska flokkinum ytst á høgravonginum, 'Flamsk áhugamál', stytt VB, var valdur til borgarstjóra í oktober í fjør, men valstýrið fekk illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt.

Løgreglan hevur kannað málið og hevur nú handtikið sjey fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava nýtt falsaðar fulltrúir og sjúkrameldingar, skrivar tíðindastovan Belga.

D'haeseleer er ikki millum teirra, sum eru handtikin, og hann vísir aftur, at hann á órættan hátt er valdur.

Ninove er har eysturi Flandern, umleið 30 km. vestan fyri Brússel. Umleið 40.000 fólk búgva í Ninove.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025