Støre stóra framgongd

Støre stóra framgongd
Var val í Noregi nú, hevði arbeiðaraflokkurin fingið 29,4 prosent av atkvøðunum
Gongdin er vend hjá Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra. Arbeiðaraflokkurin fær meira enn 29 prosent av atkvøðunum í nýggjari veljarakanning.
Mynd: NRK/NTB  
 
22.05.2025 - 07:49

Jonas Gahr Støre, norski forsætisráðharrin, stendur seg sera væl í nýggjari veljarakanning, sum er almannakunngjørd í morgun.

Tað skrivar NRK.

Norski arbeiðaraflokkurin fær nú 29,4 prosent av atkvøðunum. Tað er ein sera stór framgongd samanborið við fyri hálvum ári síðani, tá ið flokkurin fekk færri enn 20 prosent av atkvøðunum. 

Tá vóru fleiri, sum bóru upp á mál - eisini í flokkinum - at Jonas Gahr Støre mátti leggja frá sær.

Á stórtingsvalinum í 2021 fekk arbeiðaraflokkurin 26,3 prosent av atkvøðunum.

- Hetta er sera eggjandi, sigur Jonas Gahr Støre, nú 109 dagar eru til stórtingsvalið í heyst. 

Talan er um eina sera stóra veljarakanning. 15.200 fólk eru spurd, 800 í hvørjum valdømi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650