Starvsfólk á ísraelsku sendistovuni í USA skotin

Starvsfólk á ísraelsku sendistovuni í USA skotin
Ein 30 ára gamal maður er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina, og hann er handtikin
Tvey starvsfólk á ísraelsku sendistovuni í Washington D.C. doyðu av skotum í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2025 - 08:05

Tvey fólk, sum starvaðust á ísraelsku sendistovuni í Washington D.C. í USA, eru skotin í nátt.

Ein 30 ára gamal maður er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina, og hann er handtikin.

Tey bæði vóru skotin nærindis jødiska savninum í býnum. Tey doyðu av løstunum.

Tað skriva fleiri altjóðir miðlar.

 

Maður og kvinna

Á einum tíðindafundi tíðliga í morgun, føroyska tíð, segði Pamela A. Smith, ovasti fyri politiið í Washington D.C., at tey bæði skotnu vóru ein maður og ein kvinna.

Hon segði, at tann, sum er undir illgruna, fór til fýra fólk uttan fyri savnið, tók ein revolvara fram og skeyt tvey teirra. Hann var seinni tikin av trygdarfólkunum á savninum.

Pamala A. Smith sigur, at hann rópti "Free, free, Palestine", tá ið hann var handtikin. 

- Hesi drápini, sum helst eru orsakað av antisemitismu, mugu halda uppat. Hatur og radikalisma hoyra ikki heima í USA, segði Donald Trump, forseti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053